Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Smoltstøðin á Norðtoftum verður útbygd

Jóhann Lützen

Bakkafrost fer í holt við at útbyggja smoltstøðina á Norðtoftum. Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið fer væntandi at byrja í summar. Tá ið útbyggingin er liðug um tvey ár, verður smoltstøðin 18.000 m3 til støddar

Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbýgging av smoltstøðum. Hetta er ein partur av felagsins strategi. 

– Hetta er enn eitt stig í okkara strategi at ala fiskin longri á landi. Okkara smoltframleiðsla í dag er tvífaldað samanborið við fyri tveimum árum síðani. Vit halda fram við at gera íløgur á hesum øki við tí máli at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting, sigur Regin Jacobsen, forstjóri. 

Smoltstøðin á Norðtoftum er í dag knappar 5.200 m3 til støddar. Arbeiðið at gera lendið klárt til bygging er í gongd og verður væntandi liðugt um 3 vikur. 

Tað starvast 12 fólk fast á smoltstøðini á Norðtoftum.