Tað er í kvøld kl. 19 at fyrsti drive-in bio filmurin ið Klaksvíkar Fimleikafelag vísir fer av bakkastokki.
Tað er Klaksvíkar Fimleikafelag ið skipar fyri sýningunum. Filmarnir vera sýndir á kai økinum framman fyri Look-North.
Skráin í kvøld:
– kl. 19: Sonic the Hedgehog
– kl. 22: 21 Bridges
Atgongumerki kunnu keypast á https://www.atgongumerki.fo/
Klaksvíkar Fimleikafelag skrivar soleiðis:
Av tí at fimleikaframsýningin varð avlýst í ár vegna korona, hava vit valt at hava eitt stuðulstiltak við Drive In Bio fyri Klaksvíkar Fimleikafelag.
Tað var sera óheppið, at tað ikki var møguligt at hava árligu fimleikaframsýningina, tí hon er ein av størstu inntøkunum hjá felagnum.
Tí hava vit valt, at skipað fyri Drive In Bio og vóna, at fólk vilja stuðla okkum við at keypa eitt atgongumerki og koma í Drive In Bio.
Vit hava eisini eina kiosk, har vit selja ymiskt lekkurt aftur við filminum.
Peningurin fer til raksturin av Klaksvíkar Fimleikafelag.
Atgongumerkir og filmarnir verða skjótt lýstir á Facebooksíðuni hjá Klaksvíkar Fimleikafelag.












