Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fekk gongd á málskjótingina

Jákup Ósá

Dysturin í Fuglafirði í gjár var spennandi fram til 77. minutt.

ÍF kundi komið á odda 1-0, men Dánjal á Lakjuni fekk ikki mál frá góðu støðuni. Í hálvleikinum førdi KÍ 2-1. Í seinna hálvleiki helt spenningurin sær til 77. minutt, tá KÍ fekk brotsspark, ið Jóannes Bjartalíð skoraði uppá. Innskifti Páll A. Klettskarð var eyðsýndur og bæði fekk brotsspark og skoraði. Úrslitið gjørdist 4-1 til KÍ.

KÍ hevur sostatt fingið 6 stig burturúr trimum dystum og fylgir við teimum vanligu topp 5 liðunum, ið øll hava fingið minst 6 stig fyri trý umfør.