Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Franskur trolari landar til Kósina

Jákup Ósá

Í dag hevur ein franskur trolari ligið á Kósini.

Bressay Bank er franskur trolari. Eigari av honum er eitt felag av PP í Hollandi (50 prosent) og Samherja í Íslandi (50 prosent). Hetta eru tær báðar fyritøkurnar, ið á nøkrum økjum samstarva við JFK og Framherja. Bressay Bank hevur áleið 100 tons, har størsti parturin er upsi. Veiðan verður víðari virkað inni á flakavirkinum á Kósini.