Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jóannes Bjartalíð hevur longt sáttmálan við KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevur í kvøld lagt eitt ár afturat sáttmálanum hjá Jóannes Bjartalíð.

Jóannes Bjartalíð hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ síðani 2015. Síðani tá hevur hann spælt allar landskappingardystirnar uttan tveir. 23 ára gamli leikarin hevur 111 málstig (65 mál og 46 upplegg) í 138 dystum. Í 2019 var hann valdur til ársins leikara í føroyskum fótbólti, tá hann spældi avgerandi leiklut á meistaraliðnum hjá KÍ.

KÍ boðar nú frá, at eitt ár er lagt afturat sáttmálanum, so at hann er galdandi fram til og við 2022.

Harleywoodpaint