Um 11 tíðina í morgun, kom útróðrarbáturin Norðsøki aftur av íslandsmiðunum við umleið 70.000 pundum. Heri Vang, skipari sigur, at hann er væl nøgdur við túrin. Vit hava eini 10-12.000 pund av toski, nakað av toski og brosmu, men meginparturin er upsi. Norðsøki landar á Kósini.



