Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Summarfestivalurin 2020 allarhelst avlýstur

Jóhann Lützen

Í morgin, mikudagin 17. juni, verður ein avgerandi fundur í Mentanarnevndini í Løgtinginum, har støða skal takast til hvørja hjálp, um nakra, føroysku festivalarnir kunnu rokna við at fáa, um teir noyðast at avlýsa tiltøkini í ár. G!-festivalurin hevur longu avlýst, Voxbotn hevur útsett til í september, meðan Summarfestivalurin liggur mitt í millum, í eini iva- og bíðistøðu. Norðlýsið skilir, at bíðað verður eftir fundinum í Mentanarnevndini.

Sum skilst er tað við sera ringum tannabiti, at Summarfestivalurin verður avlýstur, og hetta er sjálvandi ein viðvirkandi orsøk til, at endaliga avgerðin ikki er tikin enn. Nú røkist tó alt fyri, at Summarfestivalurin tekur somu avgerð sum G!-festivalurin og avlýsir allan festivalin í 2020.

Arbeitt verður somuleiðis uppá hátrýst fyri, at tað heldur enn ein fullkomin avlýsing av øllum í staðin verður ein útseting til 2021, soleiðis at skilja, at arbeitt verður við at fáa høvuðsnøvnini at siga ja til at koma á Summarfestivalin 2021 í staðin. Millum hesi nøvnini teljast eitt nú Alan Walker og Skid Row, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa so stór nøvn at leggja konsertætlanina um. Men fyriskipararnir hava eina vón um, at hetta fer at eydnast.

Í øllum førum bendir alt á, at ongin Summarfestivalur verður í ár, og vit eru nú komin heilt nær eini endaligari avgerð, sum ivaleyst verður tikin seinni í hesi vikuni, skilir Norðlýsið á fyriskiparunum av Summarfestivalinum. Meira verður at frætta seinni.