Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Dagføra økið Úti í Klaksvík aftur í tíð

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í søgubókunum plagar byrjanin til gomlu handilshúsini Úti í Klaksvík at verða umtalað soleiðis: “Úthandilin, ið varð bygdur norðuri í Vági í 1838 varð settur um ein kilometur frá býlinginum í Vági við eina lítla vík undir Klakki, kallað Klaksvík. Handilin fekk navnið Establissement Klaksvig”.

Tá ið økið kring Faktorsthúsini í fjør varð fríðkað og standmynd reist av Elinborg Lützen har, varð mett rætta at taka upp til viðgerðar eina arbeiðsætlan fyri at fremja eina størri fríðkan í grannalagnum.

Hesa arbeiðsætlan tók serliga Tummas Lervig, sum er formaður í Vinnu- og Havnanevndin, upp til viðgerðar. Á heysti í fjør tók Vinnu- og Havnanevndin stig til, at heita á Ósbjørn Jacobsen, arkitekt, um at gera eitt skitsuuppskot fyri ein part av økinum Úti í Klaksvík, frá økinum sunnanfyri Leikalund til og við Ídni.

Arbeiðið er nú komið so langt, at í gjár hevði arkitekturin eina framløgu fyri grannunum í økinum, har eisini umboð fyri Sjómannadagin og Fornminnasavnið vóru boðin við.

Onkursvegna fáa Handilshúsini ella Fornminnasavnið og Havnaskrivstovan ein karm ella rammu um  seg. Í ovara borð – eftir Klaksvíksvegi, verður eitt lægri tún gjørt framman fyri húsið. Hetta merkir, at samstundis verður vegurin smalkaður so mikið, at bert verður einvegiskoyring heimeftir her.

Niðanfyri verður steinlagt tún og so ein breið trappa við fáum trinum niður á havnalagið, sum vit kenna tað í dag.

Eitt kærkomið mál er tikið við í hesa ætlan um fríðkan Úti í Klaksvík: Kai-kioskin skal uppaftur at standa.

Jú, talan er eitt sera spennandi uppskot um nýskipan av einum søguligum øki, har atlit er tikið til tað søguliga og nútíðina, og tóku fundarluttakararnir, sum vóru við til framløguna – eini 20 í tali, væl undir við hesi ætlan.

Henda skitsuætlan verður nú viðgjørd í viðkomandi nevndum í býráðnum, sum síðani senda síni tilmæli til býráðið til viðgerðar, eftir hvørjum leisti víðari skal farast fram í hesum máli.

Greitt er, at skal verkætlanin fremjast í verki, so skal peningur setast av til endamálið, sum er næsti leikur í hesum spennandi máli, býinum at frama.