Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fípan Fagra vann greiðan sigur hjá dreingjum

Jákup Ósá

Fípan Fagra vann ársins fyrsta sigur hjá 5-mannaførum við dreingjum á jóansøku í Vági í dag. Talan var um greiðan sigur, tí, sum myndin vísir, so var meir enn ein bátslongd aftur til Heyk, sum vann tær báðar fyrstu stevnurnar. Fípan Fagra endaði á 3. plássi á Norðoyastevnu og á 2. plássi á Eystanstevnu. Sævarmoy var væl við í kappingini aftanfyri fremsta bátin, men endaði á 5. plássi.

Myndir: KVF (skíggjamyndir)