Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Morgunfrúurnar lata seg ikki syfta av Koronu

Grein úr Fyndini – orð: Leivur Hansen

Brot úr nýggjastu Fyndini: Morgunfrúurnar vóru tó ikki ráðaleysar leingi, eftir at svimjihøllin hevði læst dyrnar fyri teimum og øðrum svimjiáhugaðum.

“Umframt at svimja fóru Eyðleyg og aðrar Morgunfrúur fyri átta árum síðani eisini at ganga og renna saman á Tórsbreyt tvær ferðir um vikuna.

Nú svimjihøllin og Tilhaldið eru stongd, eru tær farnar at ganga allar sjey dagarnar í vikuni. Samstundis eru flestu av hinum Morgunfrúunum lagstar aftrat, soleiðis at tær nú rættiliga eru farnar at fylla upp í landslagnum.

-”Harða kjarnan” telur einar 15-17 kvinnur, og vit ganga snøgt sagt í øllum veðri á Tórsbreyt. Vit lata okkum hvørki syfta av ódn ella Koronu, greiðir Eyðleyg Hansen vælhýrd frá.

Hon varð beinanvegin vald til talskvinnu av hinum frúunum, tá eg vegna Fyndina ein ilsligan týsmorgun legði leiðina framvið at fregnast, um til bar at fáa eitt prát við tær til blaðið.

Tað var leyst og liðugt, áðrenn hálvttalað orð!”

Les meira um Morgunfrúurnar í nýggjastu Fyndini! Blaðið fæst til keyps í sølubúðunum, og eisini ber til at tekna eitt árshald her: https://fyndin.fo/products/teknad-arshald