Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Tunnil Norður um Fjall – Víkingabúsetur undir Gerðalíð

Oliver Joensen

Frá Landsverki hevur Tjóðsavnið fingið til uppgávu at kanna nærri friðaða økið Uppi á Grundum undir Gerðalíð. Hetta arbeiðið er gjørt í ávísan mun, og niðurstøðan er, at økið er sera áhugavert, og um tað skal takast úr friðingini, so er neyðugt at fornfrøðin fyrst sleppur at arbeiða í økinum í eini trý til fimm ár eftir dagsins meti.

Niðanfyri er inngangur og niðurstøða til frágreiðingina:

Inngangur:

Í hesi frágreiðing eru úrslitini av fornfrøðiligu forkanningini, ið Tjóðsavnið gjørdi í mai 2020 í Gerðabø í Klaksvík. Kanningin var umbiðin av Landsverki í samband við ætlaðar tunlar norður um Fjall.

Eitt av uppskotunum um linjuføring inniber tunnilsmunna, veg og rundkoyring í Gerðabø í Klaksvík.

Gerðabøur er ríkt mentanarlandslag við týðandi jarðføstum fornminnum. Við ætlaðu rundkoyringina er staðurin uppi á Grundum, har skilligar húsatoftir síggjast í lendinum. Her er eisini minnisvarði reistur yvir tey 25 fólkini, ið umkomust í skalvalopunum í 1745 og 1765. Eftir skalvalopið í 1765 fluttu tey yvirlivandi longur oman í bøin, har Gerðagarður nú er.

Fornfrøðiliga forkanningin varð sett í verk fyri at fáa eina betri fatan av, hvussu vítt og djúpt fornleivdirnar strekkja seg í Gerðabø.

Niðursøðan:

Við fornfrøðiligu forkanningini hjá Tjóðsavninum í Gerðabø í Klaksvík, er vitan fingin til vega, ið gevur eina betri fatan av fornminnunum í økinum. Dronuskrásetingarnar av landslagnum vísa, hvussu vítt húsatoftirnar uppi á Grundum liggja spjaddari og at fornminnaøkið uppi á Grundum fer væl niðan um avhegnaða økið kring minnisvarðan yvir tey, ið umkomust í skalvalopunum í 1745 og 1765. Umframt húsatoftir eru forn teigalendi, garðløg, gøta og geil vorðin skilligari á tulkaðu dronumyndunum.

Fornfrøðiligu kjarnuboringarnar vísa, at kulturfláirnar uppi á Grundum eru metur tjúkkar í støðum, og hetta bendir á, at fólk hava búleikast her í øldir, og at byggingin í økinum er farin fram í fleiri fasum.

Umframt fornminnini, ið eru ávíst í Gerðabø, staðfestu kjarnuboringar og georadarkanning tær áhugaverdu fornleivdirnar, ið áður eru funnar á Træbrúgv á Gøtuteigum.

Fornminnini í Gerðabø eru friðað sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, og harumframt kann umliggjandi øki innanfyri 100 m frá fornminnunum verða lagt undir friðing. Fær Tjóðsavnið umsókn um at loysa fornminni úr friðing, leggur Tjóðsavnið málið fyri Fornminnisnevndina. Fornminnisnevndin tekur síðan avgerð um, hvørt fornminnini kunnu takast úr friðing.

Verður avgerð tikin um at taka fornminnini uppi á Grundum í Gerðabø úr friðing í sambandi við tunnilsverkætlanina, skal ein fornfrøðiligur neyðgrevstur gerast, áðrenn arbeiðið kann byrja. Tá forkanningin hevur víst á eldri húsatoftir og kulturfláir undir teimum sjónligu toftunum í lendinum, verður ein møguligur fornfrøðiligur útgrevstur uppi á Grundum umfatandi. Mett verður, at ein fornfrøðiligur útgrevstur uppi á Grundum fer at taka millum 3 og 5 ár.