Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya fyrstu fulltiknu skipsatstøðarar prógv á Sjónámi

Sjónám

Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, tá ið Føroya fyrstu fulltiknu skipsatstøðarar fingu prógv. Teir vóru 8 í tali.

Virðislønir til skipsaststøðarar vóru latnar av Fiskimannafelagnum.

Óli Hansen fekk Mont Blanc fyllupenn og mappu (frá Niels L. Arge)
Búgvi Fagraklett fekk Bang & Olufsen headset
Kjartan í Homrum fekk ein kikara
 

Ídnisvirðisløn latin av Noroya Sparikassa til Julian Olsen.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu. Eisini hildu bæði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum, røðu og handaðu virðislønir. Eisini spældi Hanus G Johansen nakrar sangir eftir Pól F.