Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tað spruttar av lívi í Klaksvíkar Róðrarfelag

Jóhann Lützen

Leygardagin kl. 14 verður nýggi báturin Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag flotaður fyri fyrstu ferð. Eftir flotingina verður grillað í neystinum, og síðani verður farið yvir á Vágsbø, har felagið skipar fyri Neytalortakapping

Ætlanin var, at Sævarmoy skuldi flotast áðrenn kappingin byrjaði, men vegna korona varð hann seinkaður frá bátasmiðinum. Tískil hava manningarnar í Sævarmoy róð í gomlu Fípuni frá 2001 (tó undir navninum Sævarmoy). Á næstu stevnu verður so róð í spildurnýggjum báti.

 

Grilling og Neytalortakapping

Eftir flotingina verður grillað í neystinum, og síðani verður farið yvir á Vágsbø, har felagið skipar fyri Neytalortakapping.

Vit frætta, at sølan av seðlum hevur gingið væl, men enn ber til at ogna sær ein teig. Vinningurin er ein heil kúgv, so tað ræður um at hava pláss í boksini, um tú gerst hepni vinnarin.

Seðlar fáast til keyps í FK ella við at skriva til klaksvikarrf@gmail.com