Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappingin um løgmanssteypið byrjar við størsta dystinum KÍ-HB

Jákup Ósá

Dreymafinalan hjá mongum, KÍ-HB, hevur ikki verið síðani 1998. Í ár møtast liðini fyri fyrstu ferð hesa øldina í áttandapartsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Mikukvøldið fer kappingin um løgmanssteypið 2020 í gongd við einum braki av einum dysti. Tey bæði mest vinnandi feløgini, arvafíggindarnir KÍ og HB, møtast í Klaksvík. Greitt er, at mikukvøldið er eisini eitt av hesum liðunum úti av kappingini og hevur tá bara tey bæði ovastu plássini í Betri Deildini at kappast um fyri at sleppa í Europa í 2021.

Liðini hava spælt ein landskappingardyst móti hvørjum øðrum. Tá bleiv talan um sera undirhaldandi og málríkan 3-3 javnleik, har KÍ hevði allar møguleikar til at vinna dystin, men ikki tók av. Í fjør var gongdin øvugt í síðsta dystinum millum liðini í Klaksvík. HB hevði allar møguleikar til at vinna dystin, men tók ikki av, og so vann KÍ ístaðin 3-1, beint ímóti dystargongdini. Í landskappingini hava liðini tapt ein dyst í part.

Dysturin byrjar mikukvøldið kl. 19.00. Atgongumerkir fáast við kontantari sølu við dyrnar, boðar KÍ frá.