Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Burturkast frá skipum dregur rottur at sær á Lítlukai

Jóhann Lützen

Tað var ikki ein vøkur sjón á Lítlukai fyrr í dag, har heilt fitt av burturkasti lá og sløddist. Uppaftur verri var tað, at rottur høvdu fingið snevilin av burturkastinum og høvdu leitað sær oman. Og tá er skjótt, at rotturnar koma umborð á ósekar bátar, sum tilvildarliga liggja har júst tá, og leggjast á bæði mat og útbúnað.

Rotta er skaðadjór, og umframt tann beinleiðis skaðan, rotta ger, kann hon eisini bera smittu við sær. Tað hevur søgan mangar ótespiligar frásagnir um. Tí er tað sera umráðandi, at bæði aktørarnir sjálvir, havnamyndugleikarnir, kommunan og onnur gera alt fyri at umgangast, at rotta nørist og fjølgast.

Sum Norðlýsið skilir, er longu ein skipan gjørd, har skipini boða frá, at tey hava burturkast, og relevantir myndugleikar koma síðani og avheinta tað. Men í dag man so ein svipsari vera hendur, og rotturnar løgdust ikki á boðini. Tó so, so hoyrist, at hatta er afturvendandi, og at hetta ikki er fyrstu ferð.

Tað hoyrist, at Klaksvíkar Havn hevur eitt eftirsleip. Um tað er orsøkin til óskilið við burturkasti og matleivdum á kaiini, vita vit ikki, men um tað er, má kommunan fara inn beinanvegin og rætta upp uppá hetta. Eisini um orsøkin er ein onnur, so er neyðugt at gera nakað sum skjótast. Vandin við rottum má ikki undirmetast, og tað nyttar millum lítið og onki, at fólk halda reinføri, tá skip og havnir ikki gera tað.