Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jonn Johannessen er toppskjútti av U21-leikarum

Jákup Ósá

18 ára gamli KÍ-leikarin er í gongd við sítt stóra gjøgnumbrot í ár.

Í dag skoraði 18 ára gamli Jonn Johannessen sítt 5. mál hetta kappingarárið. Sambært FaroeSoccer hevur hann skorað tey fimm málini í 697 minuttum. Hyggja vit eftir U21-leikarum, sum eru leikarar føddir í 1999 ella seinni, so er Jonn, ið er føddur 30. desember í 2001, toppskjútti í deildini. Nærmast eru Aron Knudsen og Mórits Heini Mortensen, báðir føddir í 1999 og úr NSÍ, við trimum málum.

Jonn er tilsamans byrjaður inni í 8 landskappingardystum í ár. Í fjør byrjaði hann inni í 10 dystum og skoraði 2 mál.