Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv flest lokal mál í KÍ

Jákup Ósá

Í kvøld skoraðu klaksvíkingar aftur fleiri mál.

Við málunum hjá Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð í kvøld, so hava lokalu leikararnir hjá KÍ – teir eru í hesum føri Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen, Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Ísak Simonsen – í landskappingini skorað heili 35 mál higartil í ár. Tað er eisini nógv mest av øllum liðunum í Betri Deildini. Niðanfyri hava vit hugt eftir, hvussu nógv lokal mál liðini hava skorað. Tað merkir, at leikarar, ið eru uppaldir í felagnum, hava skorað málini.

 

Lokal mál fyrstu 15-17 umførini:

KÍ 35

NSÍ 24

Víkingur 18

HB 11

Skála 8

EB/Streymur og AB 7

TB og ÍF 6

B36 3