Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eykaleikarar hjá Slovan Bratislava raktir av korona

Jákup Ósá

Tríggir leikarar vóru eftir í Slovakia.

Tað er greitt, at ein leikari og eitt hjálparfólk hava fingið koronu hjá Slovan Bratislava. Sport.sk skrivar, at tríggir leikarar vóru eftir í Slovakia, tá flogfarið fór til Føroyar fyrr í dag.

Moha byrjaði inni í fyrsta landskappingardystinum, men hevur annars ikki spælt. David Holman er komin inn av beinkinum tveir dystir, men hevur annars ikki spælt og Vladimir Weiss spældi fyrstu 58 minuttirnar í tapinum leygardagin, men hevur annars ongan leiklut spælt. Sostatt verður liðið nærum ikki skert av hesum, tá vit hugsa um sterkastu uppstillingina.

Sum Norðlýsið skilir, so bendur alt enn á, at dysturin verður leiktur sum eftir ætlan kl. 19.00 mikukvøldið.