Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Eldsálin Margreth takkar fyri seg – Dals Vøruhús letur aftur 2. sept.

Oliver Joensen

Síðani mai mánað í 2010, tvs. í meir enn 10 ár, hevur Margreth Dalsenni í Klaksvík rikið ein vælgerandi handil við brúktum klæðum, búnýtum o.ø. vørum, hon útvegar sær við ókeypis móttøku og síðan letur víðari til fólk og familjur ímóti symbolskum gjaldi – men nú takkar Margreth fyri seg.

Hetta vælgerandi tiltakið hjá Margreth Dalsenni fekk skjótt navnið “Dals Vøruhús”, og líka síðan stovningina fyri meir enn 10 árum síðan, hevur Margreth víst stórt støðusemi við alla tíðina at hava opið fastar tíðir dagliga og við støðugt at hava á goymslu eitt rímiliga stórt úrval av brúktum klæðum og búnýtum.

Hóast virksemið øll hesi árini hevur virkað undir karmunum av eini einstaklingafyritøku, so er endamálið vælgerandi. Dals Vøruhús hevur ongantíð havt vinning fyri eyga, men at veita eina hjálpandi hond til familjur og einstaklingar, sum ikki hava tær bestu fíggjarligar umstøður.

Mannagongdin hevur øll árini verið, at Margreth hevur tikið ímóti brúktum klæðum og lutum, sum hon oftast sorterar heima í garaguni við Skáltaveg, har hon býr, og síðan sýnir hon fram og selur hesar í handlinum við Klaksvíksveg fyri ein ógvuliga lagaligan prís.

Sum dømi um prísir kunnu nevnast, at barnaklæði verða seld fyri 10 ella 15 kr. pr. plagg, meðan prísurin fyri vanlig vaksnamannaklæðir eru 25 kr., og tað eru fleiri familjur og einstaklingar, sum í øll hesi árini hava notið gott av hesum.

 

Ongantíð havt vinning fyri eyga

Norðlýsið veit frá fólki í býnum, sum gjøgnum hesi árini hava bakkað Margreth upp, at hon ongan nevniverdan vinning hevur av hesum virksemi sínum. Tá tað til tíðir hevur verið nógv at gera, hevur hon biðið fólk at hjálpa sær, og hava hesi fingið nøkur oyru fyri tað.

Samanumtikið hava søluinntøkurnar hjá Dals Vøruhúsi vanliga rokkið til at gjalda fyri hølisleigu, el-útreiðslur, flutningsútreiðslur v.m., og tá allar útreiðslur hava verið goldnar, hevur millum lítið og einki verið eftir til persónin aftan fyri hetta tiltakið, sum av sonnum má sigast at vera vælgerandi og ikki hava vinning fyri eyga.

Her kann hóskandi verða lagt afturat, at Norðlýsið veit, at tað eisini hava verið tíðir, har Margreth ikki hevur havt pening til at gjalda tær føstu útreiðslurnar og onkuntíð enntá hevur verið noydd at hugsa um at lata aftur, men tá hava okkara trúføstu vinnulívsfólk her í lokalsamfelagnum meir enn einaferð víst tann framúr góða hugburð tey hava til tað samfelag, tey eru partar av, og hava veitt ta neyðugu hjálpina, so Dals Vøruhús hevur kunnað hildið fram. Soleiðis er Klaksvík og Norðoyggjar, og soleiðis er vinnan her í lokalsamfelagnum – hon er gull verd á so mangar mátar.

Við at hava opið uttan slit í meir enn 10 ár hevur Dals Vøruhús víst í verki, at tørvur er á hesum tiltaki í Klaksvík sum næst størsta býi í landinum, og hetta sama verður eisini staðfest av teim mongu, sum dagliga vitja.

 

Ein avloysari er ávegis

Tí er eingin ivi um, at saknur verður í Margreth eftir 2. september, men tey góðu tíðindini til norðingar og øll viðskiftafólkini er, at tað fer at koma ein avloysari, tí sum Norðlýsið skilur, so arbeiðir Blái Krossur Føroya í løtuni ítøkiliga við at lata upp endurnýtsluhandil í júst somu hølum.

Spennandi verður at frætta nærri um hetta, sum enn eru óváttaði tíðindi, og meðan vit bíða í spenningi eftir tí, kunnu vit hóskandi vísa Margreth Dalsenni heiður og æru, tí tað hevur hon uppiborið fyri, at hon í meir enn 10 ár hevur lagt fulla orku, tíð og evnir í at veita familjum og einstaklingum góð, brúkt klæði og aðrar hentleikavørur fyri symbolskan prís.

Hiðani av Norðlýsinum skal ljóða ein tøkk til Margreth fyri hetta megnar avrik hennara, sum hon eisini ógvuliga hóskandi varð heiðrað fyri í 2010, tá ið hon fekk Ársins Rósu handað av borgarstjóranum.

Vit vóru á gátt í Dals Vøruhúsi í vikuni fyri at fáa nakrar myndir av eigaranum og handlinum, sum nú skjótt fer at lata aftur, og sum í tí sambandi fer at hava útsølu í komandi viku.