Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú er Abubakar Ibrahim Aliyu komin til KÍ

Jákup Ósá

Hann gjørdi sáttmála við KÍ í 2019.

25 ára gamli Abubakar Ibrahim Aliyu gjørdi í desember ein 2-ára sáttmála við KÍ. Men trupulleikar við loyvunum og síðani korona hava gjørt, at hann ikki er komin fram fyrr enn nú. Hann kom til Føroyar í gjárkvøldið. Hann er í sóttarhaldi frá KÍ-hópinum og verður ikki við í Sveis. Hann kemur at venja sjálvstøðugt fyrstu tíðina. Hann hevur ikki spælt kappingardystir í 2020, so helst skal hann hava nakað av tíð fyri at koma uppí kappingina um plássini á besta liðnum.

 

Abubakar er úr Nigeria kemur frá HamKam og spælir sum áleypari ella kantur.