KÍ møtir sínum kanska sterkasta liði nakrantíð.
Í 2000 møtti KÍ í Champions League Reyðu Stjørnu úr Serbia Montenegro. Mótstøðuliðið hesaferð úr Sveis er kanska á hædd við tað ella enn sterkari sum sterkasta mótstøðuliðið hjá KÍ nakrantíð.
Young Boys hevur vunnið trý meistaraheitir á rað í Sveis og kann komandi vikuskiftið tryggja sær greipuna, um liðið vinnur steypafinaluna. Young Boys hevur síðstu árini regluliga verið í bólkaspølum í Champions League ella Europa League.
Formkurvan bendur eisini á eitt lið, sum er væl fyri í løtuni. Liðið hevur vunnið átta sigrar á rað, harav tann eina eftir longda leiktíð í steypakappingini móti Luzern, mótstøðuliðnum hjá KÍ í Europa League í fjør. Luzern vann 1-0 í báðum dystunum móti KÍ, har KÍ stóð seg væl og hevði stórar málmøguleikar báðar dystirnar.
Niðanfyri eru video av hæddarpunktum av trimum teimum síðstu dystunum hjá Young Boys.



