Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sam og IRF í Skúvoy

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Sam og IRF hava nógvar ymiskar uppgávur á útoyggj. At røkja hesar er Sam hentur til ymiskt so sum at flyta størri og minni arbeiðsamboð, maskinur, oljubilar, betonbilar og bilar av ymsum slag. Sam er manøreriligur og stingur ikki so djúpt.

Í gjárkvøldið kl. 23; tá ið teir vóru liðnir at sigla Kalsoyarleiðina, fóru teir til Skúoyar við tveimum IRF-bilum at tøma rottangar.

Teir høvdu ein minni bil við, sum kundi koyra uppi í bygdini millum húsini har, har vegirnir ikki eri so breiðir alla staðni.

Umborð stóð ein størri súgvibilur á dekkinum, sum tók ímóti frá tí minna bilinum. Hesin minni bilurin var tríggjar ferðir niðri á Sam við fonginum.

Væl gekk og tað var av fagrasta veðri, sigur skiparin, Sámal Petur í Grund, frá. Áðrenn teir vendu heim aftur, løgdu teir at á Sandi eftir einum traktori, sum skuldi norðurum.

Alt gekk sum fótur í hosu, tí kl. 09.50 í morgun løgdu teir at í Klaksvík og fyrsti túrurin eftir ferðaætlanini til Syðradals var kl. 10.00.

Myndirnar í Skúoy: Jákup Pauli Jónsson