Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

El-virkið hjá SEV á Strond í søguna

Jóhann Lützen

Møguliga verður bygningurin gjørdur um til savn. Sum Norðlýsið skilir, eftir at hava verið í sambandi við SEV, er talan um at miðsavna størvini, sum í dag eru á virkinum á Strond, við at flyta tey til Streymoynna. Hetta verður ikki gjørt við góða viljanum hjá nevndarumboðnum hjá kommununum í Norðoyggjum, ið er ímóti hesi ætlanini, og tað eru umboðini hjá kommunum í Eysturoynni eisini.

Tá Norðlýsið frætti hetta, setti blaðið seg í sambandi við stjóran, Hákun Djurhuus, og hann legði dent á, at talan ikki var um niðurlaging, men um umskipan. Tað skerst tó ikki burtur, at talan er um meira miðsavning av SEV. Av tí sama hevur nevndarlimurin í Norðoyggjum og nevndarlimurin í Eysturoynni givið til kennar, at teir eru ímóti hesi ætlanini.

Betraðu samferðsluviðurskiftini verða søgd at vera ein orsøk til, at leiðslan í SEV og partar av nevndini halda tað vera skilagott at flyta tey umleið 5 størvini, sum í dag eru á el-virkinum norðuri í Strond til onnur pláss í fyritøkuni. Hetta upplýsir Hákun Djurhuus fyri Norðlýsinum. Okkurt av størvunum verður allarhelst flutt til Sunds, meðan okkurt annað verður flutt til Vestmanna.

Til spurningin um, hvat so skal henda við bygningunum á Strond, letur stjórin upp fyri møguleikanum at teir skulu gerast til savn. Har er sera nógv søga um føroyska elframleiðslu knýtt at bygningunum, og teir munnu sigast at vera søguligir. Endalig støða er ikki tikin til hetta enn, men tað verður nevnt sum ein møguleiki.