Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt hotel á veg í Klaksvík

Jóhann Lützen

Tað er tørvur á einum hotelli í Klaksvík og tað fer at verða gagnligt fyri økið her, sigur Kjartan Hansen, stjóri í Sp/f Íløgufelagnum Hotel Klaksvík

Tað hevur verið kent seinastu tíðina, at ætlanir hava verið um at byggja eitt nýtt hotel í Klaksvík. Í dag hevði smápartafelagið Sp/f Íløgufelagið Hotel Klaksvík stovnandi aðalfund.

Nevndin hevur valt Kjartan Hansen til stjóra og vit fingu eitt prát við nýggja stjóran. Kjartan er til dagligt eisini stjóri í byggifelagnum Kanjon. 

Vit halda at tað er ein tørvur á einum hotelli í Klaksvík og tað fer at verða gagnligt fyri økið her. Vit eru eitt íløgufelag av smærri partaeigarum, sum saman við øðrum íleggjarum fara at seta pening í eitt størri felag, sum eftir ætlan verður stovnað í komandi viku.

Ætlaða verkætlanin er eitt hotel, sum kemur at hava umleið 80 kømur. Endalig stødd og staðseting kemur hotelfelagið at taka endaliga støðu til, upplýsir Kjartan Hansen.

Harleyfacadeacryl