Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjeyndi KÍ-leikarin á A-landsliðnum

Jákup Ósá

Í morgun er enn ein KÍ-leikari úttikin til landsliðið.

Støðan við korona í Íslandi ger, at Gunnar Nielsen má fara til Íslands og missir dystin móti Andorra. Tað skrivar in.fo í morgun. Avloysarin kemur úr KÍ, tí Norðlýsið skilir, at 27 ára gamli Kristian Joensen hevur fingið landsliðsboð til dystin móti Andorra. Kristian, ið var ársins málverji í 2019, hevði ikki sítt besta kappingarár fyrr í ár, men hevur spælt væl og latið fá mál inn síðstu vikurnar. 

 

Føroyar spæla í Andorra sunnudagin.