Røðan, sum Oliver Joensen helt, vegna Føroya Sjómannadag, tá standmyndin “Kvinna við Róðrið” bleiv avdúkað:
Góðan dag tit øll, ið hava leitað tykkum higar at minnast Fridtjof Joensen, sála, her á 100 ára føðingardegi hansara.
Sum flestum tykkara helst kunnugt, so hevur Føroya Sjómannadagur umframt at brúka eina viku árliga til álvara og gaman fyri føroyskar familjur, – eisini tíðum staði fyri uppsetan av ymsum mentanarligum klípum, sum kunnu lívga í umhvørvi okkara, samstundis sum hesi kunnu vera við til at tendra neistar, sum vónandi onkuntíð kunnu festa í gevandi hugarensl.
Okkara vælkendi listarmaður, Edward Fuglø legði í vetur fram uppskot til okkum, á Føroya Sjómannadegi, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at gjørt eitt skitsuuppskot hjá Fridtjof Joensen, sála til eina standmynd, nú hann fylti 100 ár.
Okkum dámdi hugskot hansara, men tá vit settu okkum saman at tosa, kom fram, at eisini navnframi bygdamaður og listarmaður Fridtjofs, Hans Hansen úr Mikladali hevði verið 100 ár í ár, um hann hevði livað.
Saman við Edwardi, løgdu vit so ráð um, at vit skuldu royna at útvega pening til eina standmynd, men samstundis eisini til eina framsýning av verkum hjá listarmonnunum báðum á nýumvælda og hugnaliga Spinnarínum Oman Eið. Tiltakið skuldi sjálvandi vera á Føroya Sjómannadegi í ár.
Men, sum í so mongum øðrum átøkum, kom korona umfarsjúkan inn í myndina. So ógvuslig var byrjanin av smittuni, at vit máttu síggja í eyguni, at Føroya Sjómannadagur mátti avlýsast í ár.
Vit, sum sótu við hesum projektinum um standmynd og listarframsýning: Eg sjálvur, Olivur Thomsen, John William Joensen og Edward Fuglø gjørdu tó av at halda áfram við at útvega fígging til standmyndina og at skjóta dagin út, tá hon skuldi setast upp. Dagurin bleiv tí fluttur, til í dag 3.september á sjálvum føðingardegi Fridtjofs. Hetta varð gjørt sambært almennu tilráðingarnar um korona.
Men vit gloymdu ikki Hans Hansen, ella Hans úr Mikladali, sum hann var nevndur. Hann hevur føðingardag 14. november og tá hevði hann eisini fylt 100 ár. Tí hava vit avgjørt at útseta framsýningina á Spinnarínum, av listaverkum hjá Fridtjofi og Hansi til tann dagin.
Hetta var so orsøkin til at hendan standmyndin verður avdúkað í dag.
So kann onkur kanska spyrja: Hví vit hava valt at seta hana júst her í økinum, sum mong kallaðu fyri Grimsby í mínum ungu árum.
Jú, hetta var eisini partur av uppskotinum hjá Edwardi Fuglø. Hann helt, at hetta økið næstan er gloymt, harmaðist um, at nógv hús eru tikin niður her niðan Kommunubrekkuna og aðrastaðni fyri at skapa rúmd fyri ferðslu. Men undirstrikaði, at her síggjast nógvar fiskimannasmáttur, hóast fleiri av teimum nú eru bæði reistar og víðkaðar.
Í hesum økinum eru mong nøvn, ið bera boð um fiski- og útróðrarmannaheim.
Úr rúgvuni kann eg eitt nú nevna Jógvan Millum Garnarnar, sum leirvíkingar kallaðu Jógvan Einsamallur, hann róði við lítla árabáti sínum av Klaksvík eystur í Svínoyarhavið og aftur. Brúkti sjóvarfall, vit og árar.. Malvinus í Vátutoft, Kristoffur Mørkøre. Palli í Vátutoft. Jóan Pauli Johannesen, ættaður úr Kollafirði, Palli hjá Ólakomu, Palli hjá Marionnu og Poul Johannes í Horni ella Langipalli. Jákup Andrias, Gamli kokkur, ið var einasti maður sum kom aftur av túrinum hjá Fossanesi á lívið. Líggjas í Horni, Bethuel, Debes Olsen, Albert í Toft – og eg kundi hildið áfram.
Her vóru menn til skips um vári, summari og heystið og um veturin var útróður á skánni. Heima sat konan og stýrdi húsi, børnum og peningaligum viðurskiftum.
Ikki mundi hennara lutur altíð vera so lættur. Søgan um kvinnuna við róðrið fyllir ikki nógv á føroysku bókahyllunum, so kanska kann hendan standmyndin eftir Fridthjof Joensen kveikja okkurt í onkrum, ið hevur gávur og áræði, at skriva um slíkt.
At enda skal eg bara siga, at tað er Skulpturstøberiet í Svendborg, ið hevur uppskálerað 30 centimetur stóru gipsmyndina hjá Fridtjofi til umleið 1,60 centimetrar og síðani stoypt hana í bronsu. Tað var eisini Skulpturstøberiet, sum stoypti kópakonuna á sinni. Stjórin og eigarin av stoyparínum er sjálvur her í dag og saman við Karl Hera Joensen og hansara toymi hevur stjórin, Jørn Svendsen sett standmyndina upp, ímeðan býargartnarin, Hans Hjalti Skaale hevur fríðkað økið og Ruth Laksafoss hevur gjørt dúkin um myndina.
Tað eru sum sagt skip á Vágni, ið hava fíggja tiltakið, og tey eru:
Klakkur, Pison, Jákup B, Núpur, Kvikk, Ågot, Safir, Smaragd, Polarhav, Stjørnan, Skoraberg, Fuglberg, Grønanes, Gadus, Norðborg, Christian í Grótinum, Næraberg, Borgarin og Norðingur.
Takk fyri!!!













































