Slovan Bratislava fær nú ikki gjørt meir og er endaliga úti av ársins Champions League kapping.
Altjóða ítróttardómstólurin gevur ikki Slovan Bratislava viðhald í síni kæru um viðurskiftini ísambandi við dystin í Føroyum móti KÍ.
Slovan Bratislava bleiv av UEFA dømt at tapa dystin 3-0, tí Slovan Bratislava ikki kundi spæla dystin vegna fleiri positivar korona kanningar eins og tvey ferðaløg vóru sett í sóttarhald. Í dag skrivar Slovan Bratislava, sum í gjár gav venjaranum sekkin, at CAS ikki gevur slovakum viðhald.
KÍ spælir 24, september kl. 19.00 á heimavølli á Tórsvølli í Europa League móti vinnaranum av dysti millum meistararnar í Wales og Georgia.



