Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar vunnu uttan trupulleikar í Andorra

Jákup Ósá

Hóast tað var ein dystur nærum uttan málmøguleikar, so skoraðu Føroyar í fyrra hálvleiki, og tá var føroyski sigurin í grundini tryggjaður.

Tí Andorra hótti ongantíð føroyska málið í hesum dystinum.

Andorra hevur bara skorað í tveimum av teimum 12 dystunum í 2019 og 2020. Og í dag sá man hví. Tí tað snúði seg bara um hjá Føroyum at fáa hol á. Og málið kom í fyrra hálvleiki, tá Hallur Hansson sendi innlegg innfyri, har Klæmint A. Olsen skoraði sítt triðja mál á landsliðnum uppá eitt ár. 1-0 gjørdist úrslitið og tað var fult uppiborið í einum dysti uttan stórvegis málmøguleikar, har Føroyar høvdu tað sum var í dystinum.

Í mun til dystin á sama vølli í 2017, so hildu føroyingarnir høvdið kalt hesaferð og koyrdi sigurin trygt heim.