Tað sýnist sum at føroyingar eru vit at finna stevið aftur vid at fara út á matstovurnar aftur og siga matstovurnar frá vaksandi tali av gestum.
Orsakað av Covid kom eisini veruliga stígur í gastronomiska rákið, men eisini her síggjast nú glottar !
Á matstovuni RÆST hevur kokkurin Sigmundur Nielsen gjørt eina nýtulking av okkara Tjóðareyðkenni, nevniliga skerpikjøti :
Sigmundur hevur eina kreatión av Skerpikjøti, Múlaosti, Súrkáli, súltaðum reyðrótum, estragon og drílkrotum ! Ein flott og vælsmakkandi komposition sum vil gleða bæði føroyingar og útlendingar.
Múlaosturin sum er nýttur varð hongdur upp at turka í Norðuroyggjunum i Juni 2019 og er nú fullbúgvin og vælsmakkandi. Múlaosturin er ídag eitt vælkent íkast til okkara gastronomi.



