Til toppdystin í morgin vera áskoðarar á fyrsta sinni í nýggja skýlinum sunnarumegin vøllin.
Nýggja skýlið er ikki heilt liðugt enn, men ein stórur partur av setrunum eru endaliga gjørd og leygarkvøldið verður áskoðaraparturin av nýggja skýlinum á fyrsta sinni royndur. Inngongdin er eystarumegin í skýlinum.
KÍ hevur býtt áskoðaraplássini sundur í fimm høvuðsøkir fyri at stýra viðurskiftunum í sambandi við koronu.
– Bøgøta deild upp í tvey.
– Vestari partur av skýlinum
– Eystari partur av skýlinum
– Jógvan W.gøta deild upp í tvey
– Nýggja skýlið
Dysturin millum KÍ-HB byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.



