Í døgunum 12.- 19. sept. fara vit at rudda í Klaksvíkar Kommununu. Tað er umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar Kommunu, Slóða fyri, við Gunnhild Dahl Niclasen og Anniku S. Biskopstø á odda, sum samskipa ruddingina vegna kommunua. Skúlatrøð og allir dagstovnarnir í Klaksvíkar Kommunu hava váttað luttøku. Húsarhaldsskúli Føroya og Virkishúsið fyri ung eru eisini við. Klaksvíkar Bókasavn fer í komandi viku at taka ímóti tekningum frá 5. flokkunum Klaksvík, har evnið er Rudda Føroyar, og borgarnir kunnu fara at hygga eftir tekningunum í komandi viku.
“Vil hildu, at tað var upplagt at fáa Klaksvíkar Kommunu at spæla við í einum so týdingarmiklum átaki í strebanini eftir einum ruskleysum heimi,” sigur Gunnhild Dahl Niclasen.
“Í ár hava vit heldur ikki havt møguleika til at hava ta afturvendandi umhvørvisvikuna í mai mánaði, av tí at hon lá mitt í allari óvissuni av koronustøðuni. Tískil mettu vit, at hetta var eitt frálíkt høvi at fáa stovnarnar og annars borgarar í býnum at taka felags tøk”, sigur Annika S. Biskopstø.
Klaksvíkar Kommuna er við á tann hátt, at hon bjóðar út posar til allar borgarnar. Posarnir kunnu heintast í Miðluni, og ruskið kann vera heintað av kommununi.
Rudda Føroyar er ein partur av altjóða felagsskapinum Let’s Do It! World, ið varð stovnaður í Estlandi í 2018. Endamálið við felagskapinum er fáa so nógv fólk sum gjørligt at tekna seg til at rudda um allan heimin. Í 2018 luttóku umleið 18 milliónir úr 157 londum á altjóða ruddingardegnum, og í 2019 luttóku yvir 21 milliónir sjálvboðin úr 180 londum. Í Føroyum vórðu 22,1 tons ruddað í 2018 og yvir 28 tons í 2019.



