Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk fyri sýnda samkenslu 

Jóhann Lützen

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir

 

 

Johan Joensen (Hannebeiggi)  

f. 14.09.1945 d. 11.07.2020  

andaðist og varð jarðaður. 

 

Takk fyri alla ta stóru hjálp og umsorgan, sum bleiv víst okkum í samband við jarðarferðina. Eisini ein hjartans tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til í heiminum eftir jarðarferðina og komu við kakum og øðrum. Vit bera starvsfólkunum á Búðatrøð, Heiminum við Vágna og øllum, sum vóru um Johan, meðan hann var sjúkur eina hjartans tøkk – ein heilt serlig tøkk fer til Sambýlið á Bøgøtu. Takk tit, sum trúliga vitjaðu Johan. 

Takk Marjun Lómaklett, prestur, fyri góð og troystarrík orð í Christianskirkjuni og Takk Hanus á Gørðum, prestur, fyri vitjan í heiminum eftir jarðarferðina. Takk til sangarir, urguspælara, kirkjutænarar, gravarar. Takk fyri blómur, kransar og takk fyri peningin, sum var latin til Alzheimersfelagið. Takk øll tit, sum fylgdu Johan til hansara seinasta hvíldarstað. 

Familjunar vegna Nanna, Baldvin, Annie, Kim og Johan