Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluóhapp í Norðoyartunnlinum

Jóhann Lützen

Áleið 08.20 í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Norðoyatunnilinum.

Talan var um ein bil, sum hevði rent inn í veggin í tunnlinum. Førarin hevði ikki fingið nakran stórvegis skaða, tí hann kom sjálvur úr bilinum, verður upplýst av politistøðini.

Hetta hevur forðað ferðsluni, so bíðirøðirnar av bilum eru rættiliga langar. Tunnilin er stongdur ímeðan vegbreytin verður ruddað aftur, so at bilar aftur kunnu koyra trygt ígjøgnum. Tað verur ikki vænta, at tað tekur so langa tíð.