Lív og ungdómur í miðbýnum og skipaði parkeringsviðurskiftir. Vit skapa ein samanhangandi miðbý og har húsarhaldsskúlin er ein natúrligur og livandi partur í økinum.
Tá kjakið um staðseting av húsarhaldsskúlanum tók seg upp, gjørdi eg mær tann ómak at seta meg í samband við ein arkitekt og spyrja hann um tað var burturvið at staðseta húsarhaldsskúla í miðbýnum. Hann segði, at tað var sera viðkomandi at staðseta húsarhaldsskúlan har, tí man ynskir lív og ungdóm í býum og bygdum. Tí er staðsetingin sera natúrlig.

Sum tit síggja á myndini, so verður fylt nakað út, so áin millum húsarhaldsskúlan og miðbýin verður longd munandi og verður húsarhaldsskúlin trektur longur norðureftir og harvið gerast parkeringsviðurskiftini enn betur og skipa í økinum.
Ein húsarhaldsskúli og ungdómur í kemur úr øllum Føroyum til okkara bý, spillur als einki í okkara miðbýi, men er stórt aktiv fyri býin. Av sonnum ein vinnarkommuna innan vinnulív, ítrótt og mentan.
Vit skulu ikki gloyma, at næmingarnir á húsarhaldsskúlanum koma fyri at læra føroyska matmentan og føroyskt hondarbeiði og mangt annað gott sum er góður førningur seinri í lívinum.
Um vit sum kommuna kunnu taka væl ímóti næmingunum og geva teimum bestu umstøður, er hugsandi at góð minnir um tíðina í Klaksvík, kunnu kveikja hugin hjá teimum ungu at seta búgv í okkara ríku kommunu.
Óli M. Lassen, býráðslimur
Limur í byggi- & býarskipanarnevndini
Formaður í teknisku nevnd
Limur í mentunarnevndini



