Greiður sigur til Mjølnir kvinnurnar, ið høvdu fleiri leikarar, sum leiktu sín fyrsta dyst
Mjølnir vann 3-0 móti TB í Trongsvági í dag. Settúrslitini vóru 12-25, 11-25 og 15-25. Mjølnir kvinnurnar hava fingið eina góða byrjan, tær hava vunnið fyrstu tveir dystirnar í ár.
Mjølnir byggir nýtt lið upp í ár og hesaferð fingu tríggjar ungar gentur sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá Mjølnir. Tær vóru Anna Arnholdsdóttir (17 ár), Lis Sólsker (17 ár) og Jóhanna H. Olsen (19 ár)


