Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ÍF fer at spæla heimadyst í Klaksvík mikukvøldið

Jákup Ósá

Komandi mikukvøld verður landskappingardystur í Klaksvík, har KÍ ikki verður annar partur av dystinum.

Tað er ikki komið fyri fyrr í nýggjari tíð, men nú verður landskappingardystur í bestu mansdeildini í Klaksvík, har KÍ ikki er annað liðið. Komandi mikukvøld spælir ÍF sín heimadyst móti B36 í Klaksvík. Tað hava vit fingið váttað úr ÍF í kvøld. Orsøkin er, at vøllurin í Fuglafirði ikki hevur nóg góð ljósviðurskiftir til at avgreiða landskappingardyst í myrkri. ÍF hevur gjørt avtalu við KÍ um at spæla í Klaksvík.

Sama kvøld 28. oktober spæla Víkingur-KÍ landskappingardyst í Norðragøtu.