Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Missiónsvikan í KFUM&K 

Tíðindaskriv

Frá mánadegnum 26. oktober til sunnudagin 1. november 2020 er missiónsvika í KFUM&K í Klaksvík.

Ert tú ivandi, ella er alt upp á pláss hjá tær? So bjóða vit tær at hoyra um Jesus Kristus. Um tú hevur góð ella ring vinabond, so er eisini nakað til tín. Ella hava avleiðingarnar verið stórar av teimum avgerðum, tú hevur tikið í lívinum? 

Øll eru hjartaliga vælkomin á øll møtini. 

Um tú hevur trupulleikar við, hvør Jesus er í 2020, ella um tú heldur, at tað er nakað fjas at trúgva á Jesus í 2020 – ja, so hava vit nakað til tín! 

Sigrun og Leo Hans Mikkelsen koma norður mikudagin at tosa um “Relatiónir í familju og samkomu.” 

Leygarkvøldið verður karmur um eitt panel- og spurnarkvøld. Møguleiki er at koma við spurningum alla vikuna! Sí skránna ella vitja KFUM&K í Klaksvík kuff.fo fyri meiri kunning. 

Vit gleða okkum at møta tær. Antin í KFUM&K ella á heimasíðuni. 

Møtini verða eisini send beinleiðis á heimasíðuni http://www.kuff.fo 

 
 Øll tilmælini í sambandi við Covid-19 verða fylgd. 

Bygningurin hjá okkum er stórur, og møguleiki er at brúka stóran part av húsinum, um tað gerst trongligt.

 

Vika 44

Kfum & K Klaksvík

Skrá fyri missionsvikuna 2020. 

 

26 okt. Mánadag:  

Kl.19.30 “Jesus í 2020” v/ Petur Martin Glerfoss.  

 

27 okt. Týsdag:  

Kl.19.30  “Eitt lív saman við Jesusi” v/ Jeffri Johannesen. 

 

28 okt. Mikudag:  

kl.19.30 “Relatiónir í familju og samkomu” v/ Sigrun og Leo Hans Mikkelsen.  

 

29 okt. Hósdag: 

kl.19.30 “Val hava fylgur” v/ Jørgin Jacobsen 

 

30 okt. Fríggjadag: 

Kl.21.00 “Frelst-ur”v/ Hanus á Gørðum  

 

31 okt. Leygarkvøld: 

Kl.18.00 “panel- spurnarkvøld” 

 

1 nov. Sunnudag: 

Kl.18.00 Møti, vitnisburðar 

 

Møtini verða eisini send beinleiðis á heimasíðuni 

Øll tilmælini í sambandi við Covid-19 verða fylgd

Harleywoodpaint