Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Djúpt lágtrýst vestanfyri

Hanus Kjølbro

Eitt ógvuliga djúpt lagtrýst er í morgun statt yvir Norðuratlanshavi, einar 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland.

Trýstið í miðjuni var heilt niðri á 937hPa fyri 2 tímum síðan – t.e. klokkan 6 í morgun. Rundan um hetta lágtrýst er sera nógvur vindur. Ódn. Serliga vestan fyri miðjuna. Eystan fyri miðjuna er veðrið ikki so ringt.

Føroyar eru 3-400 fjórðinga eystan fyri hetta djúpa lágtrýst. Vit merkja als einki til hetta í veðrinum í morgun. Og vit fara heldur ikki at merkja nakað til lágtrýstið – hóast stutta teinin.

Næstu dagarnar fer lágtrýstið at standa stilt ella flyta seg bert eitt lítið sindur, meðan tað spakuliga fer at doyggja út.