Tað bleiv ein javnur og spennandi dystur, tá Stjørnan í dag tók ímóti VB. Endaliga úrslitið gjørdist 32-29 til VB
Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og høvdu tær munin, tó at hann ongantíð var størri enn eitt ella tvey mál, líka til umleið 10 minuttir vóru eftir at leika. Tá tók VB fyri fyrstu ferð í dystinum leiðsluna, og Stjørnan megnaði ikki at svara aftur. Eftir hálvleiksstøðun 13-12 til Stjørnuna, endaði dystur við einum 32-29 sigri til gestirnar.
Hóast tapið, so var ein ávís framgongd at síggja í spælinum hjá Stjørnuni. Liðið hevur í hesi fingið styrk av russisku Ioliia Nalviko. Hóast hon enn ikki hevur kunna vant saman við liðnum, so var hon við á dómaraseðlinum, og kom hon eisini á vøllin. Tað hon vísti, tær løturnar hon var á vøllinum, gav eina ábendingu um, at hon kann blíva ein góður styrkur til liðið.
Næsti dysturin hjá Stjørnuni verður á útivølli ímóti H71 næsta sunnudag.





























