Eg eiti Bárður Lydersen, og eg stilli upp fyri Framsókn til kommunuval í Klaksvík 10. november
Eg fari at arbeiða fyri at, allir borgarar í Klaksvíkar kommunu skulu hava sama rætt til somu tænastu.
Persónliga haldi eg, at vit í klaksvík eiga eina so fantastiska svimjuhøll. Men eftir mínari sannføring, var ein bólkur í okkara kommunu, sum ikki varð hoyrdur, tá høllin bleiv gjørd av nýggjum.
Eg fari at arbeiða fyri, at fólk við avbjóðingum og fólk, ið á annan hátt hava fyri neyðini at brúka eitt rúm fyri seg sjálvan, fáa hetta rúmið, tá tey skullu gera seg klár at brúka svimjihylin og hentleikarnar í høllini.
X við Bárður Lydersen.




