Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: NSÍ-KÍ 1-0

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Klæmint A. Olsen skoraði einasta málið í dystinum í Runavík. Úrslitið ger, at KÍ er nr. 4 undan teimum báðum síðstu dystunum, ið báðir eru á heimavølli.

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at mest realistiskt fór KÍ at kappast um 2. plássið. Tann kappingin harnaði í dag, tí meðn NSÍ og B36 vunnu, so tapti KÍ innanhýsis dystin móti NSÍ. 

 

KÍ kann við sigri á AB mikukvøldið tryggja sær í minsta lagið 3. pláss, men tað er bara 2. plássið, ið við vissu gevur Evropa pláss og tískil skal KÍ mest sannlíkt vinna dystin móti føroyameistarunum HB í síðsta dysti umframt at vinna dystin móti AB.