Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minningarhald teirra sjólátnu í Gamla Kirkjugarði

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Minningarhald teirra sjólátnu var í Gamla Kirkjugarði – í Vágstúni í Klaksvík sunnudagin, 1. nov. 2020 – allahalgannadag kl. 15.00 – við hesi skrá.    

 

Vælkomin       Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

Kórsangur       Betesda-kórið – Allar staðir, har eg fari

Felagssangur  Jesus kæri, før tú meg

 

Røða                Hanus á Gørðum, sóknarprestur

                           

Kransar     

Klaksvíkar Býráð                            Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Føroya Landsstýri                          Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Klaksvíkar Útróðrarfelag              Jógvan Páll Steinberg, formaður

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag    Jastrid W. Niclasen, forkvinna           

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag    Absalon Hansen, formaður

 

Kórsangur       Betesda-kórið – Mín Hirði góður Harrin er

Felagssangur  Stýr míni skútu í ódn og logn

 

Tøkk                Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini

                           

Niðanfyri verður talan hjá Hanus á Gørðum, sóknarpresti endurgivin:

 

Tala hildin við minnisvarðan í Vágstúni 1. november 2020

Góðu tit øll, ið eru komin higar í dag, her vit  savnast  í Vágstúni við minnisvarðan, ið hevur 77 ár á baki.

 

Dagurin í dag fær okkum at steðga á. Vit høvdu viljað verið hendan minnisvarðan fyriuttan, men mugu sanna, at minnisvarðin stendur her í miðbýnum sum eitt minni og áminning um, at lívið er, eins og Mikkjal á Ryggi kvøður: Tað er ein stutt, ein stokkut løta,  so fara vit úr hesi verð.

 

Tá ið vit ganga her eina tílíka løtu og lesa nøvnini á minnisvarðanum, so valdar tøgn, friður og álvarsemi. Tað er, sum vit eru komin á eitt heilagt stað. Her hava tár runnið, og tað koma tey eisini í komandi døgum. Mangir spurningar vera reistir, og nógvar bønir bidnar. Har, sum einaferð valdaði friður og sæla, kom sorgin á gátt.    

      

At sigla er neyðugt! Soleiðis verður ofta tikið til, og fá munnu kenna hetta betur enn vit føroyingar. Vit, sum búleikast á hesum oyggjum í Atlantshavinum, vita, at havið bæði kann geva og taka. Havið skilir okkum, og havið bindur okkum saman.

 

Menniskjan hevur frá aldargamlari tíð havt stóra virðing fyri havinum. Vit lesa m.a. í skapanarsøguni í Bíbliuni, at myrkur var yvir frumhavinum. Havið ímyndaði kaos, meðan landið var tað skipaða kosmos. Kaos er tað vandamikla. Men kann eisini vera bæði ræðandi og dragandi. Kosmos er tað vakra og trygga. Har er trygt og gott, men viðhvørt er neyðugt at fara út um okkara egna sjónarring at byggja heim og land.

 

At tryggja okkum kosmos og verja ímóti kaos. At sigla er neyðugt. Og viðhvørt noyðast vit gjøgnum lívsins brotasjógvar, um vit skulu røkka upp land. Í slíkum støðum er neyðugt at halda saman og at hava gott áralag Tað er við eyðmýkt eg standi her í dag og skal bera fram eina talu á hesum degi, tá ið eg sjálvur ikki havi roynt sjólívið og veruliga sæð, hvørjar tær kreftirnar eru á havinum, tá ið havaldan reisist. Eg drýpi høvur í virðing.

 

Havið og sjólívið hevur ikki verið mær fremmant álíkavæl. Eiga pápa, ið hevur verið nógv á sjónum og ikki um at tala á Flemish Cap. Tað er við alstórum áhuga eg siti hóskvøld og hyggi at hesum framúr góðu sendingum, ið Zacharias Hammer, sáli, hevur latið úr hondum. Har fái eg innlit í tað dirvið, hesir menn høvdu.

 

Teir løgdu lunnar undir eitt nýtt tíðarskeið í siglingarsøgu føroyinga, har línuflotin veruliga fór at blóma. Í hesum sendingum greiða menn frá lívinum  umborð, og vit vita, at teir hava lagt nógv fyri at  troyta havið á hesum harðbalnu leiðum. 

 

Ungir dreingir við sárhentum hondum, har blóðið spríkti, og teir vistu, at teir áttu næstu stamparnar, og eingin tók teir frá teimum. Eisini har minstu vit fólk á sjónum, men vóru eisini við at bjarga russum tann minniliga túrin hjá Sigurfarinum.

 

Steðga á og minnist

Minningardagur teirra sjólátnu – 1. november, gevur okkum møguleika at steðga á og minnist. Sum skúladrongur á Ziskatrøð minnist eg, at 1. november var ein serligur dagur, har merkið varð vundið í hálva stong, og tað hvíldi ein slíkur álvari yvir hesum degi. Vit steðga á og minnast.

 

Danski heimspekingur, Sørin Kirkegaard, lýsir so hegnisliga, hvat tað vil siga at minnast ein kæran. Tað, at minnast ein, ið er deyður, er tann mest ósjálvsøkna, tann vakrasta og  mest trúfasta fyrimyndin fyri kærleikans gerningum. Tað, at minnast ein, ið deyður er, er tekin um reinan kærleika, kærleika uttan egnan áhuga, hann er ósjálvsøkin, tann deyði kann ikki geva nakað aftur. Tað er jú eingin nytta í at minnast, deyðin flytur seg ikki, deyðin tekur, og gevur einki aftur, so tá ið vit álíkavæl minnast ,er tað tann reinasti kærleiki, ið kemur til sjóndar.

 

Tað, at minnast er eisini tekin um frían kærleika, og tað er tað, løtan í dag er merkt av. Vit minnast, men vit venda okkum eisini til hansara, ið kann veita ugga og troyst.

 

Í sálmi 50,15 lesa vit: “Heit á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær”! Fyrrverandi norski statsministarin, Jens Stoltenberg, segði einaferð í eini samrøðu við Várt Land: ”Eg misunni teimum kristnu, tá ið sorg og vanlukkur henda, at tey tá finna ugga í Guði”. Hvønn annan hava vit at leita til í sorg okkara, fyri at syrgja, fyri at skilja tað, sum ikki er til at skilja, at bera tað, sum ikki er til at bera. Vit hava ein, ið vit kunnu koma til, ein ið rúmar okkum. Vit hava eitt friðskjól at leita til, tá vit verða rakt av iva og vónloysi, av pínu og niðurløgum.

 

Tað eru hendur, ið halda okkum, ella sum sálmaskaldið í Gamla Testamenti málber seg, tað eru veingir, ið fjala út yvir og verja okkum. Tað er hansara miskunn, ið ger, at menniskju kunnu búgva trygt í skugga hansara. Henda miskunn, ið verður rætt okkum í Jesu Kristi, hann ið hevur vunnið sigur á síðsta fíggindanum, deyðanum, og við trúnni á hann eiga vit frið, sælu og vissu. Amen

 

Síðani seinasta allahalganna dag er eingin av landsmonnum okkara farin í yrki á havinum, og er tøkkin stór fyri tað.

 

Vit geva okkum nú stundir at steðga á og minnast í tøgn í 1 min. So verður bøn biðin og signing lýst.

 

Hanus á Gørðum, sóknarprestur