Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er tín fyritøka klár til nýggju dataverndarlógina?

Vinnuhúsið

Nú ber til at melda seg til kunningartiltakið um nýggju dataverndarlógina, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið skipa fyri í Klaksvík og í Havn í november.

Tað er ein sannroynd, at fleiri fyritøkur kenna seg ótryggar, nú nýggj dataverndarlóg kemur í gildi 1. januar komandi ár. Talan er nevniliga um umfatandi broytingar, sum fyritøkur skulu venja seg við. Fyri at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum fyritøkur hava, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið fyri kunnandi tiltøkum.

Tað fyrra verður í Spinnarínum í Klaksvík mikudagin 11. november, meðan seinra tiltakið verður í Vinnuhúsinum í Havn mikudagin 18. november. Bæði tiltøkini byrja kl. 14.00.

 

Skráin er hendan:

–   Hvat er Dataverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina? – Katrin Thorsvig Hansen, Dataeftirlitið:
–   Case: soleiðis komu vit ígongd – Frágreiðing frá fyritøku
–   Gjøgnumgongd av spurningum – Ulla Joensen, KT-felagið:

 

Tiltakið er fyri limir í Vinnuhúsinum. Tilmelding fer fram við at skriva til industry@industry.fo

Tað ber til at senda spurningar og ivamál longu nú, eisini til industry@industry.fo.

Endamálið við tiltøkunum er, at fáa greiðu á teimum ivamálum, sum vinnufyritøkur hava viðvíkjandi nýggju dataverndarlógini.