Seinastu 4 árini hevur Klaksvíkar Kommuna havt søguliga stóra framgongd á inntøkusíðuni.
Sambært roknskapinum á heimasíðuni hjá KK fyri 2019 er
Skattainntøkan 288 milliónir
Hóast hetta er skuldin komin upp á 189,2 milliónir.
Tað vil siga á leið 23.000 kr pr. borgara.
Barnafrádrátturin er lægri enn miðal – 5.500kr ( miðal í Føroyum 7.071 kr)
Skattaprosentið er hægri enn miðal – 20,75 % (miðal í Føroyum 20,19 %)
Í 2019 komu enntá 18,4 milliónir meiri inn í skatti enn mett varð.
So skuldin kundi verið enn størri.
Íløgurnar vóru 106,3 milliónir.
Her kann eisini nevmast, at kommunala umsitingin í 2019 var
23,8 milliónir.
Úrslitið var eitt hall upp á 15 milliónir.
Kostnaðurin av kjallaranum á Biskupstorginum, sum er 25 milliónir, er ikki í hesum hallinum.
Er hetta skynsom stýring av borgarans peningi?
Klaksvíkar Kommuna kann í ein mun samanberast við eina fyritøku ella eitt vanligt húsarhald.
Vit hava ein inntøku og mugu stýra okkara útreiðslum eftir tí.
Vit vanligu borgarar mugu raðfesta, hvat vit vilja brúka pening uppá, og hvussu vit gjalda aftur.
Vit mugu fáa skuldina niður.
Í góðum tíðum spara vit vanliga upp til verri tíðir.
Soleiðis skal tad eisinni vera í KK
Eg vil arbeiða hart fyri betri fíggjarstýring.
Jóhanna Christiansen
Valevni á lista A




