KÍ-kvinnurnar eru í Oslo, har tær fyrireika seg til Champions League dyst í morgin.
KÍ skal møta Vålerenga á útivølli. Vålerenga endaði í fjør á 2. plássi í bestu norsku deildini og liggur í løtuni á odda í norsku deildini. Vit frætta úr Oslo, at KÍ hevur allar leikarar tøkar til dystin uttan Jórun Patawary, ið ikki hevur aldur til kappingina. Hon er 15 ára gomul.
Dysturin á Intility Arena í Oslo byrjar mikudagin kl. 17.00.



