Seinastu árini eru søguliga nógv frambrot gjørd her í kommununi, og best av øllum er, at hetta er og verður gjørt uttan at kommunan á nakran hátt hevur økt sína skuld, men hevur hildið henni á sama lága støði, sum hon var fyri umleið átta árum síðan. Hetta er veruliga at fegnast um, tí hetta prógvar, at javnvágin millum framdu átøkini og fíggjarstýringina er góð og ger, at Klaksvíkar kommuna í dag bæði verður útbygd og ment, samstundis sum vit hava eina trygga og framtíðartryggjaða fíggjarstýring.
Tað vilja altíð vera ymsar meiningar um, nær ein kommuna ger ov nógv, og nær ov lítið. Nær hon skal satsa, og nær hon skal halda aftur.
Eisini er tad ein sannroynd, at avmarkað innlit ofta førir til, at fólk hava avgjørdar og svart/hvítar meiningar og forstáilsi fyri veruleikanum. Men so hvørt, sum innlitið økist, gerst myndin meir fjølbroytt, og vit fáa meir nuanseraðar og avvigaðar meiningar.
Júst hetta er støðan og uppgávan hjá borgarstjóra og býráð: At finna røttu javnvági millum íløgur og framdrift á aðrari síðuni og so stýring og hóskandi varsemi a hinari síðuni, soleiðis at kommunan ikki stagnerar, men støðugt mennir seg á øllum týðandi økjum, samstundis sum hon varðveitir eina trygga fíggjarstýring.
Tað er her, eg haldi, at tað er eydnast okkum at finna røttu javnvágina millum framdrift og hóskandi ansni.
Um eg fyri 8 árum síðan hevði sagt …
Neyvan hevði nakar trúð mær, um eg fyri 8 árum síðan hevði sagt, at vit hesi 8 árini fóru at byggja og útvega fígging til …
– Fyrsta byggistig av skúlanum
– Nýggjan miðbý við skoytubreyt, íbúðum og handilshølum í veghædd
– Vælverudepil
– Sjóhitaskipan
– Skýli og betraðar umstøður kring alt ítróttarøkið
– Bátabrúgvar
– Kaj framvið KSS
– Nýtt endurnýtslupláss
– Stórum umvælingum av spæliplássum
– 100 nýggj dagstovnapláss
– Heimsins størsta smoltstøð er løgd í kommununi
– Reint vatn er tryggja øllum borgarum minst 30 ár fram í tíðina.
– Lækkað skattin við 1,25%
– Lækka dagstovnagjøldini við umleið 35%
– Bussleið
– Busskýlir
– Við stórum leikluti frá kommununi er tað eydnast at fingið landsstovnar og tænastur staðsettar í Klaksvík
– Og nógv annað
Harafturat hava vit eisini sett gongd á spennandi verkætlanir, ið skjótt verða lidnar. Her hugsi eg fyrst og fremst um
– rennibreytin
– mentanarhúsið
– nýtt vinnuøki
– nýggjan dagstovn
– nýtt kappróðrarneyst
– og annað
Nú 8 ár eru runnin, kunnu vit staðfesta, at vit hava megnað at rokkið júst hesum nevndu málum.
Hetta eri eg sum borgarstjóri ómetaliga glaður og takksamur fyri. Eisini fløvar tað og gevur gott mót at halda fram, at í flestu førum hevur eitt samt býráð staðið aftan fyri hesar týðandi verkætlanir, sum gera Klaksvík til ein meir og meir áhugaverdan og komplettan bý og kommunu at búgva og virka í.
Øll hesi frambrot eru framd
uttan nakra øking av skuld
Men tað besta av øllum er, at øll hesi frambrot eru og verða framd, uttan at kommunan á nakran hátt hevur økt sína skuld, men hevur hildið henni á sama lága støði, sum hon var fyri umleið átta árum síðan. Hetta er veruliga at fegnast um, tí hetta prógvar, at javnvágin millum framdu átøkini og fíggjarstýringina er góð og ger, at Klaksvíkar kommuna í dag bæði verður útbygd og ment, samstundis sum vit hava eina trygga og framtíðartryggjaða fíggjarstýring.
Komandi býráðsval verður millum annað avgerandi fyri, um henda góða gongdin og javnvágin millum átøk og stýring skal sleppa at halda fram hesi komandi árini, soleiðis at kommunan hvørki fær ov nógva ferð ella stagnerar vegna vantandi framdrift.
Fyri meg persónliga er tað ein ómetaliga stórur heiður og framíhjárættur sum borgarstjóri at standa á odda fyri hesi menning, sum eg vóni, at vit fáa veljarans álit til at halda fram við hesi komandi árini, har enn fleiri mál eru at røkka.
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri og valevni fyri Sjálvstýri til býráðsvalið




