KÍ gav roynda málverjanum blómutyssi áðrenn dystarbyrjan móti HB, nú hann hevur takkað fyri seg.
40 ára gamli Meinhardt P. Joensen hevur valt at steðga í bestu deildini. Hann spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri besta liðið hjá KÍ í 1999. Meinhardt hevur fyri tað mesta umboðað barndómsfelagið KÍ, men hann hevur eisini verið í øðrum feløgum.
Sambært FaroeSoccer er hann skrásettur fyri 334 dystir í bestu deildini.





