Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú stundar til val

Tíðindaskriv

Nú valið nærkast vera alskyns vallyfti givin okkum borgarum. Vit skulu fáa eitt spæliland til børnini, ítrótturin skal fáa betri karmar, øll skulu hava tað gott og trívast í Klaksvík. Hetta er alt góð lyftir.

Og tó, so er eitt sum ongantíð hevur fingið nóg stóran áhuga frá býráðnum.

 Ein ítróttarbólkur er í Klaksvík sum ongan góðan eigur kommunalt. Tað eru teir sum íðka RaceRunning. RaceRunning er ein ítróttargrein fyri fólk við tarnaðari balansu, eitt nú spastikarar og onnur rørslutarn sum antin eru viðfødd ella komin orsaka av sjúku.

   Ein RaceRunnari er ein serligt bygd ”rennisúkkla” uttan pedalir, sum stuðlar undir at íðkarin kann halda balansuni meðan hann rennur. ”Rennisúkklan” kostar nógvar pengar, og tíbetur eru felagsskapir sum hava latið nakrar til landið. Tær eru ofta stórar og tungar, og hevur ein ikki umstøður at goyma hana samansetta, ja so má hon skrúvast sundur og setast saman aftur millum hvørja venjing.

  RaceRunning er ein ítróttargrein undir Parasport Føroyar, sum ger sítt til, at hesin ítróttur kann vaksa og blóma. Og ger sítt til at hesir íðkarir kunnu sleppa til altjóða kappingar.

   Umframt at vera ein ítróttargrein, sum íðkararnir kunnu kappast í, so betrar henda ítróttargreinin um teirra lívsgóðsku og førleikar teirra vera hildnir við líka.

   Henda ítróttargreinin hevur verið til í Klaksvík í meira enn eitt áratíggju. Vit hava í fleiri ár havt ein íðkara. Seinastu árini eru 2 her norði lagstir afturat. Ljóðar gott og ljóðar spennandi.

   So kann ein spyrja seg sjálvan, hví vit sum borgarar ikki síggja meira til hesa ítróttargrein her norði. Tað er tí, at teir hava onki stað at vera. Kommunan hevur onki at bjóða teimum meðan bíða verður eftir snotiligu rennibreytini.

   Sum nú er, so venja teir á Svangaskarði. Tað skal ikki nógv til hesa ársins tíð fyri at teir missa nógvar venjingar vegna veður. Og so sigur tað seg sjálvt, at tá várið kemur aftur, og teir aftur kunnu venja á Svangaskarði sum vant, so er kropsligi formurin ikki tann sami. Harvið er verri hjá teimum at flyta seg og mennast líka nógv sum teirra altjóða kappingarneytar, sum hava innandura hallir at venja í gjøgnum veturin.

  

Hví kann tað ikki vera tað sama her?

Megna okkara íðkarar at fáa góð úrslit er tað sjálvandi ein stoltleiki hjá Parasport Føroyar, hjá landinum sum teir so ídnir og viljasterkir umboða, men ikki minst eigur tað at vera ein stoltleiki hjá kommununi, sum átti at verið ein sjálvsagdur viðspælari.

   Mín áheitan skal vera til ØLL valevni um at taka hendan trupulleikan til tykkum, og gera nakað við støðuna um tit koma at mynda Klaksvíkar Býráð næstu 4 árini.

Gott val!