Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Takk fyri álit og stuðul!

Eyðstein Ó. Poulsen

Eg takki inniliga fyri stóru undirtøkuna‚ ið fólkaflokkurin fekk á kommunuvalinum týsdagin 10. nov. 2020.

Eina fløgandi heilsu sendi eg tykkum‚ sum vístu mær tykkara persónliga stuðul.

Mangur leikur er í longum talvi. Vit‚ innvaldu‚ høvdu eina heilt serliga ábyrgd fyri flokkin‚ nevniliga at fáa flokkin aftur til valdið eftir 8 ár í kuldanum. Hetta lukkaðist‚ og persóliga eri eg væl nøgdur við telvingina í einum sjáldsama løgnum talvi.

Meirlutin (A‚ B og E) vísti á fyrsta fundi ein framúr energiskan og framfýsnan samstarvsvilja.

Tað‚ ið hesin meiriluti ynskir at hava sum sítt eftirmæli er‚ at orðið liðugtgerð skal hava ein nýggjan týdning í Klaksvíkar kommunu.

Við ynski um fýra vónrík‚ mennandi og virkisfús samstarvsár við bæði meir- og minnilutan í býráðnum øllum borgarum at frama.

Eyðstein Ó. Poulsen
Komandi formaður í trivnaðarnevndini børn og ung

Harleyfacadeacryl