Hetta vaðbeinið, ella vaðkallurin hevur funnið umborð á Skúlaskipið Dragan. Søgan er hon, at Heini Mohr, leiðari á Skálanum er komin framm á hetta vaðbeinið eftir eina veitslu, sum Skúlaskipið Dragin hevur havt har. Manningin á Draganum kennir einki til vaðbeinið, tí eftirlýsa teir eigaranum. Hevur onkur havt hetta við til veitsluna at vísa veitslufólkunum, ella hevur hetta verið ætlað sum ein gáva til Dragan? Tað er spurningurin. Men í øllum førum vilja dragamenninir ógvuliga fegnir hoyra søguna um vaðbeinið. Luturin er gjørdur úr beini, helst einum rivjabeini av hvali, men hetta er git, tí hevði verið áhugavert at funnið eigaran.




